FM1: Soleiðis vann KÍ oddabrakið á Víkingi

(FM1) Hoyr Trónd Arge og Hjalgrím Elttør siga frá sigursmálinum KÍ skoraði móti Víkingi við Djúpumýru

##med2##

 

KÍ hevur framvegis fullan pott, 24 stig av 24 møguligum stigum, og teir eru greitt oddalið í Betrideildini.

 

KÍ vann sera týðandi oddadystin móti Víkingi við Djúpumýru 1-0 við sigursmáli Páll A. Klettskarð skoraði tá 53 minuttir vóru farnir av dystinum. Patrick Da Silva legði upp til málið.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge og viðmerkjaran, Hjalgrím Elttør siga frá sigursmálinum hjá KÍ. 

 

HER  ber til at hoyra samrøður við Páll A. Klettskarð, Atla Gregersen, liðskipara hjá Víkingi og samanumtøku hjá Tróndi og Hjalgrími.