##med2##
Víkingur vann aftur í dag stórsigur á B68 á Svangaskarði. Í dag gjørdist talan um ein 6-0 sigur. Víkingur kom á odda longu í 9. minutti, og tá ein hálvur tími var leiktur var Víkingur á odda 4-0.
Víkingur er næstfremst við 24 stigum, trý stig aftanfyri KÍ sum spælir móti 07 Vestur í Sørvági í morgin klokkan 15.
B68-Víkingur 0-6 (0-4)
0-1 Sølvi Vatnhamar (9.)
0-2 Sølvi Vatnhamar (16.)
0-3 Gunnar Vatnhamar (19.)
0-4 Olaf Bárðarson (29.)
0-5 Olaf Bárðarson (62.)
0-6 Sølvi Vatnhamar br. (88.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Petur Asbjørn Lervig, frásøgumann siga frá teimum seks málunum Víkingur skoraði á Svangaskarði á Toftum í dag.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við verandi toppskjúttan í Betrideildini, Sølvi Vatnhamar sum staðfestir, at teir í Víkingi megnaðu tíðliga at seta tingini uppá pláss.
3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við ein vónbrotnan André Olsen, ið er virkandi høvuðsvenjari hjá B68.