##med2##
Tey í Eysturkommunu kunnu iðra seg. Víkingur hevði í kvøld nóg mikið av málmøguleikum at tryggja sær ein javnleik móti sterka slovakiska liðnum, Streda.
Víkingur rakti træverkið hjá mótstøðuliðnum nakrar ferðir. Streda dugdi betri at gagnnýta sínar málmøguleikar, og við málum tíðliga í dystinum og seint í dystinum vunnu teir 2-0 á Víkingi.
Returdysturin verður leiktur í Slovakia hóskvøldið 28. juli klokkan 20. Sølvi Vatnhamar staðfestir, at nú verður tað torført hjá Víkingi at vinna seg víðari í kappingini.
Víkingur-Streda 0-2 (0-1)
0-1 Nikola Krstovic (8.)
0-2 Andrejs Ciganiks (82.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá málunum og taka samanum dystin. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við Sølva Vatnhamar.
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson (Ingi Jonhardsson, 69.), Noah Mneney, Géza Dávid Turi, Jákup Johansen (Olaf Bárðarson, 70.) – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen (Finnur Justinussen, 69.)
Gult kort: Atli Gregersen
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
Hjálparvenjari: Rasmus Nolsøe