##med2##
Tað peikar hvør sín veg hjá B68 og hjá ÍF. Meðan ÍF ikki hevur vunnið ein dyst í Betrideildini síðani 16. mai tá fuglfirðingar vunnu 2-1 á EB/Streymi.
B68 hinvegin vann í dag sín fjórða dyst á rað, tá teir á heimavølli á Svangaskarði vunnu 2-0 á ÍF.
B68 er nú á sætta plássinum við 18 stigum. Við sigrinum hevur B68 fingið luft niður til ÍF, ið liggur á næstaftasta plássinum við 12 stigum.
B68-ÍF 2-0 (1-0)
1-0 Andri Benjaminsen (3.)
2-0 Steffan Løkin (73.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Teitur Joensen siga frá málunum hjá B68. Ólavur Larsen var viðmerkjari hjá FM1 til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr eina stutta samanumtøku hjá Teiti og Ólavi, ið staðfesta ein uppibornan sigur til B68. Teir halda avgjørt, at ÍF manglar ein málskjútta fyri at kunna seg uppeftir stigatalvuni.
3) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Øssur Hansen, høvuðsvenjara hjá B68. Hóast eitt mál tíðliga í dystinum, og eitt mál aftaná eitt mistak hjá ÍF-málverjanum, Jákupi Nolsøe Olsen heldur Øssur talan vera um ein uppibornan sigur. Øssur staðfestir eisini eitt gott verjuavrik og góðan disiplin hjá sínum monnum. Seks gul kort fullu, og tey fullu øll til ÍF.
4) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Agnar Prestá, høvuðsvenjara hjá ÍF sum viðgongur, at hetta er eitt hart tíðarskeið hjá ÍF fyri tíðina. Tað var eisini ein vátur vøttur at fáa at vera aftanfyri 0-1 tá tríggir minuttir vóru farnir av dystinum. Best sum ÍF hevði havt sínar bestu málmøguleikar økti B68 aftaná eitt stórt mistak hjá ÍF. Agnar slær fast, at nú má bøtast um hjá liðnum áðrenn sera avgerandi dystin móti 07 Vestur í Fuglafirði um átta dagar.