FM1: Spæla móti Malta í myrkri

Avboð, stutt fyrireikartíð og lítil informatión ger, at Føroyar eru í myrkrinum undan landsdystinum móti Malta

##med2##

Håkan Ericson hevur nú havt tvær venjingar og tveir dagar saman við føroyska landsliðnum. Tað hevur verið ein avbjóðandi tíð. Fyrst kom koronasteðgurin og órógvaði allan fótbóltin. Síðani bleiv landsliðið úttikið, men uttan Gilla Rólantsson og Jóan Símun Edmundsson.

Les eisini: Í dag finna vit nýggja liðskiparan

Seinni komu avboð frá René Shaki Joensen, Rógva Baldvinsson og Kaj Leo í Bartalsstovu. Í teirra stað eru komir Heri H. Mohr, Jákup B. Andreasen og Patrik Johannesen. Avboðini hava órógvað landsliðsarbeiði, men tað er eisini spennandi at fáa nýggjar spælarar í hópin.

Les eisini: Vit skulu ikki stressa við bóltinum

- Avboð er altíð órógvandi og tað er ein partur av fótbólti. Hesi avboðini koma ikki at broyta spæliháttin hjá okkum, men tað merkir nakrar smærri broytingar. Tað kann verða at spælarar mugu rokera eitt sindur, fyri at fáa røttu javnvágina í, sigur Håkan Ericson og leggur afturat: 

- Avboðið frá Jóan Símuni Edmundsson merkist væl, og bæði Rógvi Baldvinsson og Gilli Rólantsson skuldu verið við. Tað ger at vit mugu broyta eitt sindur, men tað er eisini deiligt at fáa nakar nýggjar spælarar við og síggja hvussu teir takla hetta. Tað eru altíð tvær síður av einum mynti, sigur Håkan Ericson.

 ##med3##

Vita lítið um Malta

Håkan Ericson vísti longu á tíðindafundinum til úttøkun á, at tað er torført at avlesa Malta. Tað er ein nýggjur landsliðsvenjari og liðið hevur verið á venjingarlegu í nakar vikur. Hartil eru fleiri broytingar í hópinum. Tað ger tað eitt sindur torført hjá landsliðsvenjaranum at fyrireika seg.

- Vit hava sjálvandi greinað Malta, men teir hava fingið ein nýggjan venjara og hava verið á venjingarlegu. Harfrá hava vit ongar upplýsningar um hvussu teir spæla ella venja. Tí er tað torført at siga viðvíkjandi Malta, sigur Håkan Ericson.

##med4##

Hann leggur í hesum sambandi afturat, at tað verður lagdur størri dentur á uppspælið í hesum dystinum, enn móti Andorra, ið mangan leggur seg aftur at verja í egnum brotsteigi. Nú er spurningurin so, um Håkan heldur vil síggja úrslit ella framgongd í spælinum?

- Tað er altíð torført, tí tú skal liva við báðum. Tú kanst ikki vinna fótbóltsdystir, um tú ikki hevur eina greiða ætlan, men her mugu vit eisini hava í huga, at spælararnar hava bara verið saman í tríggjar dagar, og tað er ein nýggjur venjari. Tað er týdningarmikið, at vit síggja tað aftur, sum vit arbeiða við í venjing og spælararnir taka tað til sín. Samstundis vóni eg, at vit vinna á bæði Malta og Andorra, sigur Håkan Ericson og leggur dent á, at hann sum venjari altíð vil vinna, og hetta er einki undantak.

 ##med5##

Landsdysturin móti Malta verður hóskvøldið klokkan 19.45. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum. FM1 byrjar at senda longu klokkan 15 við upptakt. Eitt nú verður møguligt at vinna tvær nýggjar landsliðstroyggjur, sum verða kunngjørdar til dystin.

##ms##

##med6##

FM1: Samrøða við Håkan Ericson