##med2##
Fyrstu stórsteypadystirnir í flogbóltssøgu Føroyar verða spældir í høllini á Giljanesi í morgin.
Báðir stórsteypadystirnir eru millum SÍ og Mjølnir. Kvinnurnar spæla klokkan 15, og mennirnir spæla klokkan 18.
Flogbóltsfrásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá báðum stórsteypadystunum á FM1.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
Innkomni peningurin fer til "Renn fyri lívið".
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina "SportBoxina", ið Óli G. Samuelsen sendi beinleiðis av Giljanesi.
Óli G. Samuelsen prátaði við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, og Óli prátaði eisini við ein av fyrireikarunum, Hannulenu Weihe Simonsen.