##med2##
Danmark vann fult uppiborið greiðan 4-0 sigur á Føroyum í kvøld, men tað vóru løtur í dystinum har Føroyar ikki fingu marginalarnar við sær. Tann eina løtan var tá málverjin, Teitur Matras Gestsson mundi bjargað brotssparkinum hjá Christiani Eriksen, tá støðan gjørdist 2-0 til Danmark.
- Tað hevði sæð gott út á CV´inum at bjarga einum brotssparki hjá Christiani Eriksen, sigur Teitur og iðrar seg.
Aftaná dystin fekk Teitur eitt gott prát við Christiani Eriksen, ið hann kennir frá ungdómstíðini tá Teitur var lærlingur í superligafelagnum, OB.
Teitur er eins og Sølvi Vatnhamar um stórtapið móti Danmark, men minnir á at nú koma dystirnir móti Lettlandi og Andorra sum telja í Nations League.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Teit Matras Gestson á FM1.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við roynda miðvallaran, Sølva Vatnhamar.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran, Eli Hentze.