FM1: Tvímálsskjúttin móti Luksemborg vónar at byrja inni

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jóannes Bjartalíð í Vilnius, Litava

##med2##

 

Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

Fyrrapartin í dag gjørdi Petur Asbjørn nakrar samrøður.

 

Hann prátaði eisini við Jóannes Bjartalíð, ið saman við liðfeløgunum í KÍ júst hevur endurvunnið FM1-heitið. 

 

Tvímálsskjúttin frá 2-2 javnleikinum móti Luksemborg vónar, at hann byrjar inni móti Litava í annaðkvøld.

 

Tí sum Jóannes slær fast: - Tað er altíð stórt at umboða Føroyar. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna

 

Samrøða úr Litava við Jóannes Bjartalíð

Samrøða úr Litava við Jóannes Bjartalíð