FM1: U21 var nær við at fáa stig móti Norðurmakedonia í fjør

(FM1) Hoyr tað sum Bagge hevði at siga aftaná tepra 1-2 tapið fyri Norðurmakedonia 8. september í fjør

##med2##

 

Klokkan 14 í morgin byrjar EM-undankappingardysturin millum U21-landsliðini hjá Føroyum og Norðurmakedonia á leikvøllinum við Djúpumýru norðuri í Klaksvík. 

 

FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum. Tróndur Arge verður frásøgumaður. Øll hoyra FM1 á www.fm1.fo 

 

Norðurmakedonia vann tepurt 2-1 á Føroyum á Tórsvølli 8. september í fjør, tá U21-landsliðini eisini vóru í sama EM-undankappingarbólki.

 

Føroyar - Norðurmakedonia 1-2 (0-1), EM.undankappingardystur á Tórsvølli 8/9 2020:

 

0-1: Milan Ristovski 16.

 

0-2: Kristjan Ackovski 80.

 

1-2: Petur Knudsen 85.

 

Aftaná dystin helt U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik "Bagge" Hentze fyri, at Føroyar høvdu uppiborið javnleik móti Norðurmakedonia.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hvat Bagge segði 8. september í fjør.