FMA fevnir víða

Millum teirra, ið skulu framføra á Faroese Music Awards leygardagin, eru so ymisk nøvn sum Systrar, Týr, AVE, Yggdrasil, Halleluja-Sofus og Dánjal á Neystabø.

Faroese Music Awards, FMA, er aftur á skránni, á øðrum sinni, leygardagin. Tað eru Kringvarp Føroya, Norðurlandahúsið og Miðlahúsið, ið skipa fyri hesum afturvendandi tiltakinum, har bestu tónleikarar í landinum verða heiðraðir.

Í farnu viku gjørdist greitt, hvørji vóru tilnevnd í ymisku bólkunum og nú er eisini greitt, hvørji fara at framføra á tiltakinum í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.

Sigast má, at stórt spenn er í úrvalinum av teimum, sum skulu framføra. Systrar og Týr, Tollarar og Syndarar og Yggdrasil, Halleluja-Sofus og Dánjal á Neystabø eru millum luttakararnar, ið fara á pall leygarkvøldið.

 

Her er fulli listin yvir tey, ið skulu framføra. Alvi Joensen, Vágaverk, Systrar, Sakaris, Yggdrasil, Dánjal á Neystabø, Tollarar Og Syndarar, AVE, Quarter To Three, Halleluja-Sofus, Greta Svabo Bech, Signar í Homrum, Kristina Bærentsen, TÝR og Eksperiment.

 

Tiltakið verður víst beinleiðis í Sjónvarpi Føroya og varpað út á Rás 2 og á Kringvarpi Føroya. In.fo verður eisini til staðar á tiltakinum.