FMA: Hetta er ársins vakrasti húsi

Thomas Koba, umboð fyri felagið Samskifti, fekk høvi at handa heiðurin fyri ársins húsa.

 

Hendan heiðurin fekk Eagle in the Sky hjá Lenu Andersen.

 

Soleiðis sigur dómsnevndin:

 

 

Dómsnevndin hevur havt nøkur punktir at dømt útfrá.

1. Konsept, altso sjálvt hugskotið við húsanum, hvat tað gongur út uppá. Søgan í húsanum.

2. Design, hvussu gjøgnumhugsa og tight er designi. Hevur man stýr uppá skrifttypur, og er balansa í sniðgevingini.

3. Tað persónliga. Hvussu “egin” er fløgan. Hevur hon sítt egna serstaka look, sum passar til?

4. Góðskan á húsanum. Tað er so framleiðslan. Hvussu væl liggur húsin í hondini, heldur hann? Hevur man brúkt tíð og pening uppá at eitt kvalitetsprodukt, sum er til at føla uppá?

5. og so til seinast: Skapar húsin eitt meirvirði til útgávuna. Lyftir húsin fløguna enn hægri upp aftrat tónleikinum á fløguni.

Dómsnevndin hevur ikki bara hugt at forsíðuni, men hevur latið upp, blaða runt í og kasta millum sín hesar húsarnar, lagt teir undir koddan og sovi á teimum fyri at finna útav heildarupplivingini av húsanum.

Nógvar fløgur OG plátur, nógvir miðal-húsar, nógv pátikið design, nógv supergott… og so vóru tað hasar 5 - 6 styks sum skaraðu framúr.

Og tann besta av teimum, tvs. vinnarin av FMA Ársins Húsa 2017 er:

 

“Eagle in the Sky” við Lenu Andersen!

 

Undanfarnir vinnarar eru útgávurnar Slør og Bridges hjá Eivør í 2016, Time hjá Dánjal á Neystabø í 2015 og Valkyrja hjá Týr í 2014.