Klinga er ársins serútgáva. Dánjal á Neystabø og Heðin Ziska Davidsen tóku ímóti.
Ársins Ser-útgáva - …EFTIR HJÁ KLINGRA
Soleiðis verður sagt um útgávuna, ið verður vald:
Virðislønin verður givin eini útgávu, sum er uttanfyri vanligu kommersiellu rammurnar. Tónleikurin stíður av breiða vegnum í leitannini eftir egnu rás. Úrslitið er nýhugsað og øðrvísi. At hava í huga: Útgávan í síni heild, tónasmíð, tónlistaliga dygd, framleiðslu/arrangement, tekst, úttrykk o.t. Tað er ein treyt at ein føroyingur er oddafólk, ella hevur ein definerandi leiklut í skapanini. Útgávan skal verða útgivin (fysiskt og/ella talgilt) í 2023 og vera tøk at hoyra. Útgávan skal vera minst 15 minuttir til longdar. Virðisløning er ikki heft at tónleikastíli.
Mynd: Álvur Haraldsen