FMA: - Vit lova eitt brak av eini framførslu

Eitt navn, ið veruliga hevur gjørt um seg á føroyska tónleikarapallinum í 2015 er bólkurin Punjab. Eftir at fløga teirra kom út í 2015 hevur tað bert gingið ein veg – frameftir. Til tiltakið FMA – Faroese Music Awards, ið verður Leygarkvøldið kl 20, er bólkurin Punjab tilnevndur 5 virðislønir.

  

- Hettar er fyrstu ferð, bólkurin er tilnevndur, og tað er ein stórur heiður, sigur Árni Jóhannesson. 

 

Hóast tað verður spennandi at vita, hvør fær virðislønirnar, er tað meira at hoyra hinir tónleikararnar og sjálvir at framføra, ið dugnaligi bólkurin gleðir seg mest til. Støðið er sera høgt og tónleikararnar eru fantastiska góðir.

  

- FMA er eitt sera stuttligt tiltak, og mær dámar væl, at ljós verður sett á tónleikararnar, sigur Árni.

 

Har er eisini ein áskoðaravirðisløn, har øll kunnu avgera hvør vinnur. Spennandi verður at finna útav, hvat fólkið heldur.

 

- Stuttligt hevði verið at vunnið Ársins Live Bólkur, men vit hugsa ikki so nógv um at vinna. Eitt, ið eg tó kann lova er eitt brak av einari framførslu og eitt stuttligt kvøld, sigur Árni sannførandi.

 

Árni Jóhannesson, er tilnevdur til Ársins sangara í bólkinum Folk, Country & Blues.

 

- Eg haldi, at tað er rættiliga stuttligt at verða tilnevndur í hesum bólkinum. Í fyrstuni trúði eg tí ikki. Eg eri fullur av gleði, men síggi væl, at tað verður torført at vinna, tí hini í bólkinum eru eisini avbera góð, endar Árni Jóhannesson við.