FNU: Havbotnsmineral og viknandi golfstreymur

Leygardagin 9. mars kl. 16 skipar FNU fyri áhugaverdum fyrilestrum um havbotnsmineral og viknandi golfstreymin


Fyrilestrarnir vera í Havstovuni, Nóatún 1, Tórshavn

 

Fyrilestrarnir eru almennir, tað er ikki neyðugt at vera limur í FNU fyri at fáa atgongd.

 

Kl. 16: Viknandi golfstreymurin

Fyrilestrarhaldari er Karin Margretha Húsgarð Larsen, Ph.D í havfrøði og deildarleiðari á Havstovuni og fer hon at greiða frá um nýggjastu vitanina um golfstreymin, har ávarað verður um, at golfstreymurin stendur á einum markamóti, sum kann hava við sær, at miðalhitin minkar 20 stig ella meira um okkara leiðir.

 

Kl. 16.30: Havbotnsmineral

Fyrilestrarhaldarar eru Heri Ziska & Uni Árting frá Jarðfeing, sum fara at greiða frá um havbotnsmineral á føroyska landgrunninum. Granskararnir hava sett sær fyri, at svara hesum spurningum:

 

  • Hvussu verða hesi mineral til og hvar finnast tey?
  • Hví er áhugin stórur fyri havbotnsmineralum júst nú?
  • Hvussu langt er menningin av leiti-/framleiðslutøkni komin?
  • Hvørjir vandar eru við námsvinnu á havsins botni?

 

Eftir fyrilestrarnar verður ársaðalfundur hjá FNU, sum eisini verður hildin á Havstovuni.

 

Vinarliga nevnd FNU