Tíðíndaskriv frá FNU:
Fía Niclasen hevur eina BSc í Management with Entrepreneurship frá Goldsmiths University og eina MSc í Environmental Technology frá Imperial College London. Umframt hetta hevur hon royndir innan verkætlanarleiðslu, náttúru- og umhvørvisátøk og altjóða og norðurlendskt samstarv.
Fía hevur verið ein virkin partur av FNU í trý ár, har hon hevur staðið á odda fyri fleiri átøkum. Hon fer nú frá sum næstforkvinna á komandi aðalfundi og tekur við starvinum sum aðalskrivari 1. mai.
Vit í FNU ynskja Fíu hjartaliga vælkomna og gleða okkum til eitt gott samstarv!