Ein maður deyður av falli í Havn í nátt

Ein vanlukka var í nátt uttan fyri Hotel Hilton í Havn, har ein maður doyði

Beint eftir klokkan eitt í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður var dottin uttan fyri Hotel Hilton í Havn. Maðurin er eftir øllum at døma dottin av Staravegnum og niður í túnið uttan fyri hotellið. Fallið er einar tríggjar metrar.

Fólk sóu tilburðin, og hjálpin kom alt fyri eitt. Men maðurin var deyður av fallinum.

Talan er um ein føroying í fimmtiárunum, og tey avvarðandi hava fingið boðini, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Tey sum sóu tilburðin hava fingið kreppuhjálp.

Løgreglan fær ikki sagt meira um smálutirnar í málinum, tí fleiri avhoyringar skulu gerast, sigur vaktleiðarin á politistøðini.