Eftir at hava verið á marknaðinum í seks ár og verið ein av mest seldu bilum yvirhøvur, verður núverandi Ford Focus avloystur av einum heilt nýggjum Focus.
Kappingin er beinhørð í klassanum, og tí hava Ford gjørt alt fyri at kvaliteturin, designið, komforturin, trygdin og koyrieginleikarnir skulu vera heilt í topp. Tað sær eisini út til at hava eydnast teimum.
Tað er ikki smávegis við rósandi orðum nýggi Focus fær við á leiðini frá t.d. donskum motorjournalistum. Í Bil Magasinet stóð m.a. "Den nye Focus har den bedste og mest harmoniske undervogn, man kan købe for penge i denne klasse og i klasser over".
Nýggi Focus er bæði longri og breiðari enn forgangarin, og aksilfrástøðan er størri. Hetta gevur munandi betur pláss í kabinuni, sum er væl ljóðdoyvd og merkt av gjøgnumførdum kvaliteti. Eisini er kabinan gjørd úr umhvørvisvinarligum tilfari, sum verjir móti ovurviðkvæmi.
Motorskráin sær soleiðis út: Bensinmotorar: 1,4 litur við 80 hk, 1,6 litur við 100 hk, 1,6 litur Ti-VTC við 115 hk, og ein 2,0 litur við 145 hk. Dieselmotorar: 1,6 litur TDCi við 109 hk og ein 2,0 litur TDCi við 136 hk.
Nýggi Focus hevur nakrar av mest framkomnu trygdarskipanum í sínum klassa til at verja tey ferðandi í bilinum. Bilurin fekk hægsta karakter og fimm stjørnur í EuroNCAP krasj-testunum. ESP er standard í øllum útgávunum.
Focus fæst í fimm ymiskum útgávum hvat útgerð viðvíkur: Ambiente, Trend, Sport, Ghia og Titanium. Ambiente er standardútgávan, og Titanium er luksusútgávan við allari útgerð.
Bilurin kemur í fyrstu atløgu sum hatchback við trimum og fimm hurðum og sum stationcar, sedan útgávan kemur seinni. Bíligast Focus 1,4i Ambiente kostar 197.500 krónur.
Leygardagin 29. januar frá kl. 10-17 verður opið hús hjá P/F Wenzel, har høvið verður at síggja og royna nýggja Focus.
Ford Focus 1,6 Trend 5/h
Motorurin1,6 litur 4. syl bensin 100 hk
0-100 km/t10,1 sek
Bensinnýtsla15,6 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd195/65-15
Stødd og vekt
Longd434,2 cm
Breidd174,0 cm
Hædd144,7 cm
Eginvekt1.350 kg
Viðførisrúm385 litrar
Prísurkr. 221.600,-
SøluumboðP/F Wenzel
Akranesgøta 5
FO-110 Tórshavn
Tel. 354500
www.wenzel.fo