Foden spilti spenningin í Parkini

Champions League: Í yvirtíðini sløkti Phil Foden lítlu vónina, sum FCK hevði at vinna á Manchester City samanlagt

Í gjár vóru tveir dystir í Champions League endaspælinum. Manchester City vann 3-1 í Parkini móti FCK og Real Madrid vann 1-0 á útivølli móti RB Leipzig. Hetta eru fyrru dystirnir í 1/8 finalunum.

 

Foden spilti spenningin

 

FCK var í holt við at fáa eitt góðkent úrslit í Parkini móti risa favorittunum úr Manchester City, men í yvirtíðini skoraði Phil Foden til 3-1 til gestirnar. Um vónin var lítil at koma víðari áðrenn, so er tað nærum ógjørligt nú.

 

Kevin De Bruyne hevur verið skaddur um ársskiftið, men nú er hann klárur aftur at spæla frá byrjan. Hann var klárt besti maður á vøllinum og legði eisini Manchester City á odda.

 

Størsta løtan fyri heimaliðið var, tá Magnus Mattsson javnaði miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hetta er fyrsta málið hjá einum donskum liði í endaspælinum í Champions league. Leiðslan stóð bara við eina løtu og í seinni hálvleiki økti City til 3-1.

 

FCK – Manchester City 1-3 (1-2)

 

0-1 Kevin De Bruyne, 10

 

1-1 Magnus Mattsson, 34

 

1-2 Bernando Silva, 45+1

 

1-3 Phil Foden, 90+2

 

FCK: Grabara; Jelert, Vavro, McKenna, Diks; Mattsson (Larsson 81), Falk, Diogo Gonçalves (Højlund 70); Achouri (Sørensen 81), Claesson (Cornelius 55), Elyounoussi

 

Man City: Ederson; Walker, Stones, Rúben Dias, Aké; Rodri, Bernardo Silva (Matheus Nunes 78); Foden, De Bruyne, Grealish (Doku 21); Haaland

 

Leipzig tók ikki av

 

Real Madrid vann sjeynda dystin upp í slag, tá teir vunnu 1-0 á RB Leipzig. Týska heimaliðið hevði annars fleiri málmøguleikar í fyrra hálvleiki, men tá bólturin eina ferð fór í netið var talan um rangstøðu.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki skoraði Brahim Díaz einasta málið í dystinum. Hann dribblaði framvið fleiri verjuspælarum og sendi bóltin í málið. Hetta er sami Brahim Díaz, sum í 2020 skoraði tvey mál á Tórsvølli móti føroyska U21-landsliðnum. Málskjúttin mátti tó av vøllinum við skaða stutt fyri tíð.

 

Vinícius Júnior spældi sín dyst nummar 50 í Champions League. Hann er tann fimt yngsti at klára tað við sínum 23 árum og 216 døgum. Hann tók plássið hjá Raúl, sum var ein ímynd av Real Madrid um aldarskiftið.

 

RB Leipzig – Real Madrid 0-1 (0-0)

 

0-1 Brahim Díaz, 48

 

RB Leipzig: Gulácsi; Simakan, Klostermann, Orbán, Raum; Olmo (Elmas 75), Henrichs (Haidara 75), Schlager (Kampl 90), Simons; Openda (Poulsen 75), Šeško

 

Real Madrid: Lunin; Carvajal, Nacho, Tchouameni, Mendy; Valverde, Kroos, Camavinga, Brahim Díaz (Lucas Vázquez 84); Rodrygo (Joselu 84), Vinícius Júnior