Í dag, 19. februar, fylla Vágs Kirkja og Kirkjukórið Ljómur 75 ár. Konsert verður í kirkjuni í kvøld.
Tað eru Bergtórur Bjarkhamar, prestur, og Jóannes Nolsøe, urguleikari, ið skipa fyri føðingardagskonsert, ella fagnaðarløtu, í Vágs Kirkju í kvøld.
Teir framføra við sangi og urguspæli.
Eftir fagnaðarløtuna, sum byrjar klokkan 19:30, er kaffi at fáa í kirkjuni.
Sunnudagin verður dagurin annars hátíðarhildin í Vágs Kirkju við guðstænastu kl. 11.00, har Ljómur luttekur, og aftaná er drekkamunnur at fáa í skúlanum.