Føroyaleikir komnir fyri at vera

Alt hevur gingið væl, útlendska luttøkan økist – og tiltakið fer at vera fastur partur av føroyska summarinum, sigur samskipari

Nú Føroyaleikirnar eru um at enda, hava vit hitt samskiparan, Onna Mariu Toftegaard, og spurt hvussu fyrireikingarnar hava verið og hvussu tað hevur gingist.

 

-Tað hevur verið nógv fyrireiking, og eg haldi sum heild at tað hevur gingið væl, svarar hon. Sambondonini, sum eru við, hava verið góð og løtt at samstarva við og sjálvi væl fyrireikaði.

 

- Hvussu hava føroyingar sum heild tikið ímóti Føroyaleikum?

 

- Føroyaleikir eru sera væl móttiknir. Vit hava einans fingið positivar afturmeldingar. Nógvar sjálvbodnar hendur hava tikið eitt tak, vit hava góðar stuðlar og kommunurnar hava spælt ein stóran leiklut í at fáa alt at eydnast so væl.

 

- Hvussu hava tilmeldingarnar millum føroyingar og útlendingar verið í mun til seinast?

 

-Tilmeldingarnar hava gingið sera væl. Í ár eru tað slakir 2000 íðkarar tilsamans, og av hesum eru umleið 100 útlendingar ið luttaka. So orðið um Føroyaleikirnar byrjar at koma út í heim.

 

Anna Maria Toftegaard sær eina bjarta framtíð fyri Føroyaleikir.

 

- Vit síggja nógvar vakstrarmøguleikar og læra nógv av tiltakinum í ár, sigur hon. Hetta er fyrstu ferð vit hava Føroyaleikir uttan koronaavmarkingar og vit hava tvey sambond, ið royna seg við útlendskari luttøku. Her er nógv at taka við eftir Føroyaleikunum í ár, og vit fara at halda fram við støðuga arbeiðinum vit hava gjørt, so Føroyaleikir komandi mongu árini verða eitt tiltak, ið føroyingar gleða seg til.