Av 52 støðum, sum New York Times mælir fólki at fara til, eru Føroyar á níggjunda plássi. Tað er maturin, sum fær blaðið at seta Føroyar so ovarliga.
– Eitt fjarskotið land er heimstaðið hjá tí allar nýggjasta norðurlendska køkinum.
Tað skrivar New York Times í grundgeving fyri at seta Føroyar á 9. pláss á listan við teimum 52 londunum, sum eru best verd at vitja.
Blaðið skrivar, at Føroyar tey seinastu fimm árini hevur ment seg til tað fjarskotna ferðamálið við framúrgóðu matvørunum.
– Á odda á tí økinum er matstovan Koks, sum hevur skrivað undir manifestið um nýggja norðurlendska køkin, og sum leggur dent á modernaðar rættir úr lokalari rávøru, tilfar úr ymsu ártíðunum, og so Áarstova, sum er ein fronsk matstova, sum bjóðar føroyska rávøru.
Blaðið nevnir eisini nýggju matstovuna Barbara Fish House, sum fer at bjóða einastu veiðuna av framúrgóða og serstaka toskinum av Føroya Banka, sum ikki finnur sín líka í heiminum.
Á Etika fæst nýskapandi sushi, og í Føroyum er eitt gott bryggjarí, Okkara. Eisini hava oyggjarnar sín serliga ost og ræst kjøk, sum er ein lokal delikatessa.
Hóast Føroyar liggja fjarskotnar, so eru tær bert ein stuttan flogtúr úr Keypmannahavn ella úr Reykjavík, skrivar New York Times í sínum viðmæli av Føroyum sum 9. besta ferðamálið.
TRÝST HER fyri at síggja listan í The New York Times
Tey 52 støðini eru hesi:
1. Milan, Italy
2. Cuba
3. Philadelphia
4. Yellowstone National Park
5. Elqui Valley, Chile
6. Singapore
7. Durban, South Africa
8. Bolivia
9. Faroe Islands
10. Macedonia
11. Medellín, Colombia
12. St. Vincent and the Grenadines
13. Orlando, Florida
14. Zimbabwe
15. Burgundy, France
16. Lower Manhattan, New York
17. Tanzania
18. The North Coast of Peru
19. Steamboat Springs, Colorado
20. Oman
21. Cleveland, Ohio
22. Sri Lanka
23. New Orleans, Louisiana
24. Adelaide, Australia
25. Republic of Georgia
26. Manchester, England
27. Campeche, Mexico
28. Greenland
29. Papua New Guinea
30. Bend, Oregon
31. Rabat, Morocco
32. Squamish, Canada
33. Seoul, South Korea
34. St. Kitts
35. Shikoku, Japan
36. San Antonio
37. San José del Cabo, Mexico
38. Alentejo, Portugal
39. The Catskills, New York
40. Quebec City, Canada
41. Canton Valais, Switzerland
42. Île-de-France
43. Danang, Vietnam
44. Chengdu, China
45. Miami Beach, Florida
46. Shanghai
47. Tulsa, Oklahoma
48. Rome, Italy
49. Cáceres, Spain
50. Taos Ski Valley, New Mexico
51. Baku, Azerbaijan
52. Kas, Turkey