Føroyar á odda á Kypros

Bridge: Føroyar eru á odda í smálandakapping á Kýpros

Magni Jøkladal, Heðin Mouritsen, Arne Mikkelsen, Bogi Simonsen, Danjal Pauli Mohr, Árni M. dam

Føroyska landsliðið í bridge er við í smálandakappingini í bridge, sum er á Kypros. Kappingin er hálvrunnin og Føroyar eru á odda. Føroyar hava vunnið seks dystir og tap tein. Í bridge verða stigini rópt dystarstig og greiðari sigurin er, fleiri eru dystarstigini.

 

Úrsltini hjá Føroyum eru hesi:

 

Føroyar – San Marino 15,52 – 4,48

 

Malta – Føroyar 6-14

 

Føroyar – Slovakia 5,72-14,28

 

Rumenia – Føroyar 9,23 – 10,77

 

Slovenia – Føroyar 1,7 – 18,3

 

Føroyar – Ukraina 16,97 – 3,03

 

Føroyar - Serbia 6,86-13,14

 

Litava – Føroyar 5,20-14,8

 

Støðan:

 

1. Føroyar 102.94

 

2. Kroatia 99.86

 

3. Serbia 93.77

 

4. Slovakia 92.12

 

5. Ungarn 90.58

 

6. Litava 90.53

 

7. Ukreina 81.61

 

Støðan í oddinum nú 8 dystir eru spældi er:

 

Føroyar 102,94

 

Kroatia 99,86

 

Serbia 93,77

 

Ungarn 90,58

 

Litava 90,53

 

Smálandakappingin í bridge er fyri bridgetjóðir har bridgespælarnir ikki eru so nógvir, tí eru lond, sum vit vanliga telja millum stóru londini, eitt nú Serbia, Ukraina og Rumenia millum londini, ið dystast um Small Nations Cup

 

Føroyar spæla í løtuni móti Serbia, sum er nummar tvey í kappingini. Til ber at fylgja kappingini við at trýsta HER

 

Magni Jøkladal, Heðin Mouritsen, Arne Mikkelsen, Bogi Simonsen, Danjal Pauli Mohr, Árni M. dam