Føroyar áttu at latið 50 milliónir til ukrainska herin

Tað heldur fólkatingsmaður, sum vísir á, at Føroyar politiskt einki gera mótvegis russiska djevulskapinum yvirhøvur

 

– Tað hevði sømt seg, at Føroya Landsstýri sendi eini 50 milliónir til ukrainska herin.

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, í sambandi við kjakið um at taka av dýra biðidag í Danmark.

– Tað er Ikki bara fyri at hjálpa Ukraina, men tí tað eisini er okkara trygd, stabilitet og frælsi, hasi fólkini ofra sítt lív fyri, skrivar Sjúrður Skaale.

Føroyska fólkatingsmaðurin sigur, at burtursæð frá, at vit hava tikið nøkur ukrainsk flóttarfólk og stuðlað øðrum gjøgnum Reyða Kross – politiskt einki gera mótvegis russiska djevulskapinum yvirhøvur, sigur Sjúrður Skaale.