Føroyar enn sera áhugaverdar hóast lágu oljuprísirnar

Oljuprísurin er vorðin so lágur, at tað kann løna seg betur at fara eftir olju í eitt nú Vesturafrika og eystanfyri - enn at gera dýrar íløgur á djúpum vatni við Føroya. Kortini halda oljufeløg Føroyar enn verða so mikið áhugaverdar, at tey varðveita áhugan fyri økinum

Nú summarið nærkast, er tað eisini tíðin, tá seismikkskipini plaga at koma aftur á Føroyaleiðina at gera kanningar.

Eitt av feløgunum, sum hevur gjørt nógvar kanningar á føroyska landgrunninum, er Geco Pracla, sum er partur av stóra Schlumberger samtakinum.

Leif Larsen, leiðari fyri leitingini við Føroyar, sigur við Sosialin, at teir fara helst at gera kanningar fyri oljufeløg og eisini fyri egna rokning. Talan er um at gea kanninga fyri bæði Amerada Hess og Norsk Hydro. Her verður helst talan um at halda fram við sokallaðu ?tvey báta operatónini?, har tú letur skipini sigla aftaná hvørt annað, soleiðis at tú fær nógv longri kaðalar.

Vanliga kanst tú skjóta upp til 12 km við einum báti men við tveimum ber til at koma uppá 18 k,.

Hetta verður gjørt fyri at loysa gátuna við tí tjúkka basaltinum. Hóast nógv orka er løgd í at finna nýggja mátar at sleppa niður gjøgum tjúkku basaltfláirnar, so er hetta enn ikki eydnast til fulnar.

Leif Larsen sigur, at hóast seismikkfeløgini í hvør sínum lag royna at loysa gordiska knútin og síggja niður gjøgnum basaltið, so er enn eingin endalig loysn funnin. Hugt verður eftir ymsum møguleikum.

-Phillips hevur fingið gjørt nakrar kanningar á norska landgrunninum, sum síggja áhugaverdar út, og vit royna nú at fylgja hesum upp á føroyskum øki. Vit vóna at kunna síggja botnin á basaltinum og tann dag vit gera tað, tá má hetta sigast at vera eitt sætt gjøgnumbrot sigur Leif Larsen. Hann váttar, at tað í støðum á føroyska landgrunninum ber til at síggja botnin á basaltinum.

Hetta er ein hørð nøt at bróta, men teir gevast ikki við hesum fyrr enn rokkið er á mál. Eydnast tað ikki við umrøddu kanningarháttum, so fara teir áftur á tekniborðið.

Hóast oljuprísurin eru lækkaður nógv, so vísir Leif Larsen á, at áhugin fyri føroyska økinum framvegis er sera stórur.

Tað er greitt, at lækkar prísurin nógv aftrat, so verður tað nógv meira lønandi at byggja út verandi felt í Vesturafrika og eystanfyri enn at fara undir at gera stórar íløgur í ókendum og torførum økjum sum eitt nú Føroyum. Hann væntar tó ikki, at oljufeløgini heilt missa áhugan fyri Føroyum. Heldur vilja tey ?fryse ned? sínar ætlanir ella minka um tær.