Føroyar eru favorittar

Í dag telva Føroyar ímóti Nicaragua, sum undan fjórða umfari hevur fleiri borðstig enn Føroyar

Í gjár vann føroyska talvlandsliðið 3-1 á Uganda. Í dag er fjórða umfar í OL í talvi á skránni í Tromsø. Føroyska liðið dystast í dag við Nicaragua, sum í trimum teimum fyrstu umførunum hevur vunnið 8 ½ borðstig. Føroyar hava vunnið 7 stig.

Á føroyska liðnum eru í dag Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Olaf Berg og Høgni Egilstoft Nielsen, sum í gjár vann hann flottan sigur, eftir at hann eina løtu var kroystur, men vann í sera sannførandi endaspæli.

Styrkistalið hjá øllum teimum føroysku telvarunum er hægri, enn tað er hjá mótstøðumonnunum í dag.

Styrkisflokkingin undan kappingarbyrjan sigur eisini, at í dag eru Føroyar favorittar. Føroyar eru styrkismettar sum nummar 72, og Nicaragua er styrkismett sum nummar 109.