Føroyar eru nú millum altjóða risarnar

Hondbóltur EM-20 menn: Meðan Noreg ikki sleppur upp í part í HM kappingini næsta summar, so fer Ísland í dag at kappast við Italia um pláss í U-21 HM endaspælinum

Føroysku áskoðararnir hava verið óførir at stuðla teirra og okkara hetjum í EM U-20 kappingini í Porto í Portugal. Harald Bjørgvin tók hesa fagnaðarmyndina av landsliðnum og føroysku áskoðarunum eftir 30 – 28 sigurin ímóti Italia í gjárkvøldið, sum bar við sær atgongumerki at vera við í HM – U21 kappingini, sum næsta summar verður í Grikkalandi og Týsklandi. Mynd: Harald Bjørgvin

Í altjóða hondbóltsheiminum hevur tað av álvara vakt ans, at Føroyar í gjárkvøldið fyri fjórðu ferð í EM U-20 undankappingini í Portugal, sum nú er um at vera liðug, vunnu ímóti einum av stóru hondbóltstjóðunum. Í gjárkvøldið var tað Italia, sum legði rygg til 30 – 28 tap, og tann skølturin verður hongdur undir liðina á Danmark, Noregi, Hvítarusslandi og Póllandi.

 

Í gjárkvøldið var Elias Ellefsen á Skipagøtu mansvardur stóran part av tíðini, og tað kann væl hugsast, at soleiðis fer tað at vera í fleiri dystum. Tá ið leikluturin hjá Eliasi var minni, enn hann annars hevur verið, so vóru tað aðrir, ið lyftu ábyrgdina. Eitt nú vongverjin í høgru Hákun West av Teigum, sum var toppskjútti við 11 málum og varð kosin at vera besti føroyski spælarin. Hann hevur skorað 39 mál í hesi kappingini og er higartil fimti besti málskjúttin.

 

Í kvøld verður Slovenia mótstøðuliðið. Føroyar taptu í innleiðandi bólkinum tepurt ímóti Slovenia. Tað var tá, at Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki var førur fyri at spæla, og tepra tapið var orsøk til, at Føroyar síðani ikki fingu høvið at vera við í A bólkinum og spæla um EM heitið.

 

Annars av føroysku venjarunum Julian Johansen fegnast um, at sigurin í gjárkvøldið var staðfesting av, Føroyar um eitt lítið ár og við møguleika at spæla við somu manning sum í Portugal, fara at luttaka í HM endaspælinum fyri U-21 landslið. Tann kappingin verður í Týsklandi og Grikkalandi í tíðarskeiðnum 20. juni til 2. Juli 2023.

 

-Hóast vit í gjárkvøldið tryggjaðu okkum pláss í HM endaspælinum næsta summar, so hevur dysturin í kvøld stóran týdning fyri okkum. Vit vilja fegin enda á níggjunda plássi, og so ætla vit okkum at siga takk fyri seinast og vísa, at vit kunnu vinna ímóti Slovena, sigur Julian Johansen í samrøðu við Hera Á. Simonsen í FM1.

 

Tað stóð nógv á, tá ið Slovenia í gjár tryggjaði sær pláss í HM endaspælinum fyri U-21 landslið. Slovenia spældi ímóti Íslandi. Tað stóð á jøvnum eftir longda leiktíð, og so var neyðugt við kapping í brotskøstum, áðrenn Slovenia vann.

 

Umframt Føroyar hava tvey onnur Norðurlond tryggjað sær rættin at luttaka í HM endaspælinum. Tey eru Danmark og Føroyar. Í dag fær Ísland nýggjan møguleika at vinna atgongumerki til HM kappingina næsta summar. Ísland fer ímóti Italia at spæla um HM atgongumerki.

 

Hini europeisku londini, sum hava tryggjað sær HM atgongumerki, eru Spania, Portugal, Serbia,  Ungarn, Frakland, Slovenia og Týskland.

 

Føroyar og Slovenia hittast kl. 18.30 í kvøld.

 

Ísland og Italia fara klokkan 17.00 í dag at spæla um pláss í HM endaspælinum næsta summar.

 

-

 

Italia – Føroyar 28 – 30 (13 – 15)

 

Føroyar: Hákun West av Teigum 11, Óli Mittún 6, Elias Ellefsen á Skipagøtu 4, Pauli Mittún 3, Rói Ellefsen á Skipagøtu 2, Viktor Gaini 2, Baldur Gillason 1, Janus Dam Djuhuus 1, Bjarni í Selvindi, Bogi Hansen, Kristoffur Bjørgvin, Sveinur Olafsson, Sakir Tróndarson Frýdal, Ovi Lützen

 

Málverjar: Pauli Jacobsen 13/40 32,50 % og Alexandar Lacok

 

Venjarar: Mark Lausen Marcher og Julian Johansen

 

Aðrir á beinkinum: Jens á Skipagøtu og Ári Jógvansson Olsen

 

Føroysku áskoðararnir hava verið óførir at stuðla teirra og okkara hetjum í EM U-20 kappingini í Porto í Portugal. Harald Bjørgvin tók hesa fagnaðarmyndina av landsliðnum og føroysku áskoðarunum eftir 30 – 28 sigurin ímóti Italia í gjárkvøldið, sum bar við sær atgongumerki at vera við í HM – U21 kappingini, sum næsta summar verður í Grikkalandi og Týsklandi. Mynd: Harald Bjørgvin