Í føroyska fólkaræðinum er eitt sár. Sárið er sjálvsagt rættindi teirra samkyndu. Bjørt Samuelsen, Poul Mikkelsen og Rigmor Dam settu plástur á við teirra uppskoti um broyting av hjúnabandslógini. Tíverri fall uppskotið 13. mars. Hóast ikki annað úrslit var væntað, so er hetta ein dyggur smeitur fyri føroyska fólkaræðið.
Tað er veruliga skammiligt, at Føroyar ikki so mikið sum klára at yvirhalda heimsyvirlýsingina av mannarættindum, ið er grundarsteinur fyri, at fólkaræðið skal virka. Sambært fyrsta broti í henni eru vit øll fødd fræls og javnlík. Sostatt skal eingin munur gerast á nøkrum borgara. Lesa vit víðari, stendur, at ein og hvør vaksin hevur rætt at giftast. Um tað eru tveir menn, tvær kvinnur er líka mikið. Mannarættindini eru jú fyri øll. Sostatt hevur kyn einki at siga.
Vit muga ikki gloyma, at plástrið er enn á sárinum. Hóast uppskotið fall, so var tað ikki lagt fram til fánýtis. Vit eru nú komin eitt stig nærri, at rættindi teirra samkyndu standa á javnum føti við øll onnur. Dagurin rísur skjótt, tá allir føroyingar standa javnir.
Vegna Unga Tjóðveldið,
Anna Malan Jógvansdóttir