Føroyar hava spilt seg burtur

Eingin úrtøka er fingin úr trimum møguleikum, meðan Eysturríki hevur skorað í skjótálopi

Síðsta bríksl hevur verið í fyrra hálvleiki, har fótbóltslíkindini eru av teimum bestu. Máltalvan sigur, at Eysturríki er á odda 1-0, og tað er einki at siga til tað, um føroysku spælararnir halda, at støðan er misvísandi, tá ið havt verður í huga, hvussu býtið at góðum málmøguleikum hevur verið.

 

Spælið hjá føroyingunum hevur ikki verið so flótandi og gott, sum tað var eitt nú, tá ið Danmark var gestur á Tórsvølli, men føroyingarnir hava verið øgiliga ágangandi, og tað hevur borið við sær, at eysturríkararnir fleiri ferðir hava verið um ein háls í verjupartinum, og at Føroyar tríggjar ferðir hava verið í heilt góðum støðum at skjóta mál, uttan at tað er eydnast.

 

Bestu royndirnar hava René S. Joensen og Jóan Símun Edmundsson havt eftir at útspark frá málverjanum varð snittað víðari. René var í góðari støðu, tá ið bólturin ikki lá akkurát soleiðis, sum hann vildi hava hann at liggja, og Jóan Símun smekkaði til, bólturin steyk millum tveir mótstøðumenn, men málverjin bjargaði meistarliga væl við beinparadu.

 

Eysturríki hevur havt ein heilt góðan málmøguleika, og tá endaði tað við máli. Tað minti ikki sørt um, tá ið Ísrael skoraði fyrsta málið í 4-0 sigrinum fyri einum mánað síðani. Eftir skjóta umstilling í høgru varð bólturin lagdur aftur í brotsteigin til Konrad Lainer, sum setti innarusíðuna á, og so var mál og 1-0.

 

Føroyingarnir hava verið sera ágangandi, og tað hevur ongantíð verið serligt press á føroyska málið.

 

Spurningurin er, um tað fer at eydnast at varðveita høga trýstið og leikferðina, ella um tað kanska fer at eydnast at fáa betri tak á samanspælinum, enn tað higartil hevur verið.

 

Dómarin legði tveir minuttir aftrat, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, bjargaði Teitur Matras Gestsson væl við beinparadu, tá ið Kara royndi seg.

 

 

 

Føroyar – Eysturríki (0-1)

 

0-1: Konrad Lainer 26.

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – René S. Joensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Ári Mohr Jónsson – Jóan Símun Edmundsson

 

Á beinkinum: Gunnar Nielsen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Heini Vatnsdal, Hørður H. Askham, Jóannes K. Danielsen, Jóannes Bjartalíð, Tróndur Jensen, Hannes Agnarsson, Klæmint A. Olsen, John Frederiksen, Petur Knudsen

 

Gult kort: Odmar Færø, René Shaki Joensen, Viljormur Davidsen