Føroyar í dag: Pætur er eitt null og Inga eitt minus - og tað fáa tey prógv um!

Hvønn mánað hoyra vit í miðlunum um avbjóðingarnar hjá okkara børnum og ungu. -Hoyra um mistrivna og vaksandi sálarligar avbjóðingar millum børn og ung. Hoyra um strongd millum børn og ung. Hoyra um fleiri børn og ung, sum hava tað so trupult, at tey ikki hava mót uppá lívið, ikki hava hug til lívið. Eg haldi føroyska skúlaverki má endurhugsast og broytast, vit hava roynt tað í Vági og tað gevur úrslit.

 

 

 

Tí spurningurin er, um vit sjálvi, samfelagið, ikki partvíst hevur skyldina í hesum?

 

Barna- og ungdómsárini í dagsins samfelag eru í stóran mun merkt av kapping, har okkara ungu upp í saman verða mátað og vektað. Okkara sjálvmynd er í stóran mun bygd á at vit eru millum tey bestu, at vit vinna. Og jú, nøkur fá gerast vinnarar, men hinvegin eru tað fleiri, sum verða kolldømd, sum gerast taparar. Hetta er galdandi fyri stórar partar av ítróttinum í barna- og ungdómsárunum (har er tó broyting ávegis, og tað er sera gott!). Hetta er eisini, tilvitað ella ótilvitað, galdandi fyri okkara skúlaskipan.

 

Gjøgnum árini í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlanum skulu okkara børn og ungu “mátast og vektasta” ikki færri enn 450 ferðir. Ja, tað ljóðar øgiligt at hugsa sær, at Alexander og floksfelagar hansara á miðnámsskúlanum í Suðuroy fáa tilsamans 450 karakterir í 6 ára tíðarskeiðinum frá 7. flokki í fólkaskúlanum til 3. árið í miðnámsskúlanum!

 

Karakter-skalin, sonevndi 7-tals-stigin, gongur frá 12 til -3 (minus trý), og fevnir eisini um “00” (null).

 

Næmingar, sum ikki klára seg væl til royndir ella til próvtøkur, fáa sostatt at vita, at tey eru “eitt null” ella “eitt minus trý” – og Pætur og Inga kunnu veruliga fara úr føroysku skúlaskipanini við prógvi um, at tey eru “eitt null” ella “eitt minus”.

 

Trýstið á okkara børn og ungu um at standa seg í kappingini, bæði innan ítrótt og føroyska skúlaheimin er ómetaliga stórt – og tað er onki at siga til, at fleiri av okkara ungu bukka undir, mistrívast, fáa ilt í sálina, fáa strongd og kenna seg lítið virdan í samfelagnum.

 

Omaná tað heila kemur so gerandisdagurin, har vit vaksnu stóran part av lívinum “renna eftir tíðini”. Vit hava langar arbeiðsdagar og arbeiðsviku, og renna fyri at vinna nóg nógv av peningi til at kunna fylgja við.

 

 

 

Gera íløgur í góð minnir í barna- og ungdómsárunum

 

Vit noyðast at nýhugsa okkara samfelag, soleiðis at samfelagið ikki dag út og dag inn kroystir okkara ungu –har neiligu fylgjurnar gerast alsamt sjónligari.

 

Ítróttarsambond hava sett fokus á, at tað snýr seg um at hava tað stuttligt við ítrótti í barna- og ungdómsárunum – og ikki um at kappast. Hetta er eitt sera gott, eitt rætt og týðandi fet á leiðini!

 

Men okkara skúlaskipan má eisini nýhugsast.

 

Endamálið í fólkaskúlalógin sigur ikki nógv um at “máta og vekta” okkara børn og ungu við umleið 230 karakterum og próvtøl í 7., 8. og 9. flokki.

 

Hinvegin er endamáls fólkaskúlans m.a. at stuðla næminginum í fjølbroyttari persónligar menning. -At upplæra næmingin at mennast og búnast sum partur av felagsskapinum. -Og at búgva næmingin til at verða borgari í einum fólkaræðisligum samfelag.

 

Skulu okkara børn og ungu hava tað gott, so mugu tey trívast – tí má fokus eisini setast á trivnaðin framum “kapprenningina” – fokus má setast á at skapa smíl heldur enn kapping.

 

Vit kenna tað øll: Har tú trívist og smílist, har hevur tú tað gott – og tað er eisini lykilin til góð barna- og ungdómsár, bæði í ítróttarfeløgum og í skúlaskipanini.

 

Í Vági hava vit gingið undan og settu fyri umleið 6 árum síðani á skrá skipan um “at gera íløgur í góð minnir frá barna- og ungdómsárunum”. Vágs Skúli var og er framhaldandi partur av hesi skipan – og skilur Vágs Skúli seg í dag út millum aðrar skúlar í landinum, tá umræður at skapa trivna, rúma ymisku næmingunum – og skapa góð minnir í barna- og ungdómsárunum.

 

Eg haldi, at tíðin er komin til at føroyska skúlaverkið sum heild verður nýhugsað har “íløgur í góð minnir í barna- og ungdómsárunum” eisini verða partur av føroyska skúlaverkinum.

 

 

 

Dennis Holm

Valevni hjá Tjóðveldi