- Føroyar klára ikki fleiri festivalar

- Eg trúgvi ikki tað er pláss fyri fleiri festivalum. Vit eru jú bert 48.000 fólk í Føroyum, so tað er avmarkað pláss, sigur Rúni Djurhuus.

- Eg trúgvi ikki tað er pláss fyri fleiri festivalum. Vit eru jú bert 48.000 fólk í Føroyum, so tað er avmarkað pláss, sigur Rúni Djurhuus. 

Rúni Djurhuus hevur seinastu árini verið ein av fyrireikarunum av Voxbotn, og hevur drúgvar royndir í býarlívinum í Havn. 

 

Hann heldur, at tað er ein fyrimunur fyri tónleikararnar og fólki, at alsamt fleiri festivalar síggja dagsins ljós í Føroyum. Samstundis ivast hann í, um tað ber til at hava so nógv tónleikatiltøk. 

 

- Fleiri tiltøk vera, minni fólk vera til hvørt tiltak, sigur Rúni Djurhuus. 

 

Hann heldur tó, at tað eru fyrimunir við, at tað er kapping á økinum.

 

- Eg haldi at støðið hækkar um tað er kapping, tí øll tiltøkini mugu gera tað betur fyri at lokka fólkini, sigur Rúni Djurhuus. 

 

Hann heldur, at skal Føroyar megna at húsa fleiri festivalum er tað neyðugt, at festivalarnir eru ymiskir. 

 

- Tað er ikki pláss fyri 10 líka festivalum, men um festivalarnir royna at skilja seg frá hinum, so kanska tað gongur, sigur Rúni Djurhuus. 

 

Hann vísir á, at G! og SummarFestivalurin tekkjast ymiskum málbólkum, og soleiðis er neyðugt hjá øllum festivalum, at finna sín egna málbólk.