FIFA styrkilistin er dagførdur og Føroyar fara ikki færri enn tíggju pláss fram á listanum til nummar 162. Føroyar er milum tey londini, sum eru flutt longst fram í hesum tíðarskeiðnum.
Saman við millum annað Irak, Afganistan og Vietnam eru Føroyar farin tíggju pláss ella fleiri upp á styrkilistanum.
Spania, Týskland, Argentina, Portugal og Kolumbia halda fram við at vera fimm tey fremstu, meðan Uruguay hevur vunnið seg upp á sætta pláss.
Talan er fyri tað mesta bara um smáar broytingar í styrkilistanum, tí tað hava fyri tað mesta bara verið einkultir venjingardystir fyri tey ymisku londini.
Topp 10 og útvald lond:
1. Spania
2. Týskland
3. Argentina
4. Portugal
5. Kolumbia
6. Uruguay
7. Sveis
8. Italia
9. Brasil
10. Belgia
12. Ongland
17. Frakland
22. Danmark
27. Svøríki
32. Rumenia
37. Skotland
44. Eysturríki
52. Ísland
57. Norra
58. Finnland
86. Norðurírland
127. Kasakstan
134. Malta
162. Føroyar