Føroyar og olju- feløg týðandi samstarv í GEM

Arbeiðið í GEM fer uttan iva at fáa stóran týdning fyri Føroyar og oljufeløgini, nú ætlanin er at fara at bora eftir olju og gassi við Føroyar

Operatørar, sum hava áhuga fyri føroysku undirgrundini, eru, stuðlaðir av Oljufyrisitingini, í felag farnir undir at gera sær eina mynd av hesum økinum viðvíkjandi umhvørvisspurninginum. Verkætlanin, sum er nevnd GEM, hevur til endamáls at gera tað møguligt fyri einstøku operatørarnar at gera eina nágreiniliga metan um møgulig vandamál, áðrenn royndarboringar byrja. Við at skipa umhvørvisleiðsluna fyri allar Føroyar sum eitt øki, ber til at brúka eina mannagongd, sum er meira umfatandi og gevur betri møguleikar fyri at arbeiða saman, eins og samstarvast kann um tilfeingið og bestu arbeiðsháttir. Henda mannagongd gerst alt meira vanlig á nýggjum oljuleitingarleiðum. Tó er ein umhvørvisverkætlan sum hendan ongantíð fyrr gjørd, áðrenn royndarboringar eru bjóðaðar út.

Tiltakið í Føroyum fevnir um trý sjálvstøðug evni sum á enskum máli ganga aftur í navninum GEM (Geotechnical, Environmental, Metocean). Hesi evni eru: jarðtøkni, umhvørvi og veður og havfrøði.

Jartøkniliga ætlanin, ið skal viðgera jarðfrøðilig, jarðalisfrøðilig og seismisk data tikin úr havbotninum og í jarðlagnum beint undir havbotninum.

Kanningar skulu gerast og data viðgerast fyri at staðfesta møguligar vandar, ið kunnu stinga seg upp undir boringararbeiðinum. Vandar fevna um øki, har havbotnurin er óstøðugur, ella har lunnar við upploystum ella trýstum gassi liggja tætt undir havbotninum, sum kunnu seta heilsu og trygd hjá arbeiðsfólki ella umhvørvi har í vanda undir boringararbeiði.

Umhvørvisætlanin skal savna saman verandi data og gera nýggjar kanningar fyri at skapa eina fatan av lívlendum, plantu- og djóralívi í føroyskum sjógvi, sum kunnu ávirkast av eini oljuvinnu. Ætlanir, sum hóska til føroyska umhvørvið, skulu gerast, og samskifti verður við føroyskar myndugleikar, áhugabólkar innan fiskivinnuna og almenningin.

Veður- og havfrøðiligu kanningarnar fevna um innsavnan, skapan og samrunan av veður- og havfrøðiligum data. Hetta verður grundarlag í modellum fyri økið viðvíkjandi vindi, aldum og streymviðurskiftum, sum kunnu væntast á sjónum kring Føroyar.


Umframt hetta verða onnur evni viðgjørd, sum kunnu verða til nyttu bæði vinnuna og fyri Føroyar.

Ein stýrisbólkur er settur at leiða arbeiðið, sum GEM verkætlanin krevur. Limirnir eru umboð fyri luttakandi fyritøkurnar, Oljufyrisitingina, føroyskar stovnar og formenninar í arbeiðsbólkunum, sum fevna um jarðtøkniligar, umhvørvis og veður- og havfrøðiligar kanningarætlanir.

Uppgávur hjá stýrisbólkinum eru at stýra fyritaksseminum, góðtaka kanningarætlanir hjá arbeiðsbólkunum og umboða teir, sum fíggja. bólkurin hevur eisini verið við at skapa samskifti og hevur gjørt avtalur, sum eru neyðugar fyri, at arbeiðið kann gerast. Ímillum hetta var setanin av felagnum Atlanticon, sum skal standa fyri umsiting og skal samskipa tænastur úr Tórshavn.

Oljufeløgini, sum luttaka í GEM verkætlanijni eru: Agip, Amerada Hess, Amoco, Arco, BP, Conoco, Deminex, Dopas, Elf, Enterprise, Esso, Fina, Lasmo, Mærsk, Marathon, Mobil, Murphy, Norsk Hydro, Phillips Petroleum, Saga, Shell, Statoil og Texaco.