Føroyar settu Noreg upp á pláss

Hondbóltur EM-20 landslið menn: Elias Ellefsen á Skipagøtu var heilt framúr, tá ið Føroyar styrktu um sína støðu í kappingini at sleppa við í HM endaspælið næsta ár

Mynd: Harald Bjørgvin

Tað er framvegis púra óveruligt, og tað er framvegis ein veruleiki. Føroyar halda fram at avrika væl millum heimsins bestu hondbóltstjóðir í EM endapælinum fyri U-20 landslið hjá monnum, sum í hesum døgum er í Porto í Portugal.

 

Í dag var Noreg mótstøðuliðið í fyrra dystinum í B-bólkinum. Í hondbólti er Noreg ikki hvør sum helst. Føroyar vunnu 33 – 31 eftir hálvleiksstøðuna 16 – 16. Sigurin ber við sær, at Føroyar framvegis hava møguleika at enda millum 10 tey bestu í kappingini. Tað er týdningarmikið, tí tað ber rættin at vera við í HM endaspælinum næsta ár við sær.

 

Á middegi í morgin er Pólland mótstøðuliðið. Um tað eydnast at vinna ímóti Póllandi, so verður atgongumerkið til HM kappingina tryggjað. Fyrr í kappingini hevur Pólland vunnið 32 – 26 ímóti Noregi.

 

Heilt stóri spælarin á føroyska liðnum í dag var Elias Ellefsen á Skipagøtu. Hann var toppskjútti við 12 málum, og hann átti uppspælið til fleiri av hinum málunum. Avrikið var heilt merkisvert, tí okkara stjørnuspælari er framvegis darvaður av skaða í knænum og megnar tískil ikki at bróta ígjøgnum á sama hátt, sum hann plagar at gera.

 

Føroyska liðið var fyri tað mesta avgjørt í verjustøðu, og mótstøðumenninir nýttu oftast nógva orku at fáa mál. Eisini tí Pauli Jacobsen var so stinnur millum stólparnar.

 

Beinanvegin eftir steðgin løgdu Føroyar seg á odda við trimum málum. Norski venjarin bað um timeout, men eftir stutta steðgin øktu Føroyar munin til fýra mál, og leingi var munurin 3-4 má og einaferð var hann seks mál. Síðstu tíggju minuttirnar minkaðu norðmenninir um munin, so hann var 2-3 mál, og tá kendist tað sum um, at teir høvdu vón um at venda gongdini.

 

Føroysku spælararnir, sum nú hava nógvar royndir í sovornum dystum, heildu høvdið kalt, Pauli Jacobsen bjargaði fleiri ferðir, og so endaði tað við 33 – 31 sigri ímóti Noregi.

 

Ungu føroysku hondbóltsspælararnir hava av álvara skrivað Føroyar á altjóða hondbóltskortið. 

 

 

 

Noreg – Føroyar 31 – 33 (16 – 16)

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu 12

 

Hákun West av Teigum 5

 

Sveinur Olafsson 3

 

Pauli Mittún 3

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu 2

 

Janus Dam Djurhuus 2

 

Óli Mittún 2

 

Viktor Gaini 2

 

Baldur Gillason 2

 

Bjarni í Selvindi

 

Bogi Hansen

 

Kristoffur Bjørgvin

 

Sakir Tróndarson Frýdal

 

Ovi Lützen

 

-

 

Málverjar

 

Pauli Jacobsen 15/42 35,71%

 

Alexandar Lacok

 

-

 

Venjarar

 

Julian Johansen og Mark Lausen Jarcher

 

Aðrir á beinkinum

 

Jens á Skipagøtu og Ári Jógvansson Olsen

 

Mynd: Harald Bjørgvin