Hansara lítla verð ER eisini trygg. Eingin vil honum ilt. Men hevði hann livað onkra aðrastaðni, hevði hann skjótt verði etin. Hann hevur vant seg til, at onnur verja hann.
Føroyar eru í sjálvum sær akkurát sum hesin hundurin. Vit liggja á rygginum við tí bleyta búkinum upp.
Vit hava hvørki vitanina, fólkini ella amboðini til at verja okkum.
Vit hava onga fregnartænastu. Ongan her. Ongi vápn. Onki verjuakademi. Onga heimaverju. Ongan trygdar- ella verju- ella hernaðarserfrøðing. Vit rinda null komma null til verju, og hava ongan soldat undir Merkinum.
Kortini eru vit ikki sum hundurin á myndini. Vit eru eitt tindasvín. Tí vit eru saman við øðrum. Vit eru vard av øðrum.
Okkara tindar eita NATO. Og vit skulu prísa okkum lukkulig fyri at verða vard av hesum
felagsskapi.
Tí tað er okkara einasti møguleiki. Tað er hvørki ‘ómegdarsnakk’ ella ‘sambandssakk’ at siga tað. 54.000 menniskju KUNNU ikki bera ein heilan verjustruktur á sínum herðum. Tað er eitt matematiskt fakta.
Hetta mugu vit ásanna sum tað fyrsta, nú vit tosa um føroysk verju og trygdarmál.
Vit skulu krevja fult innlit og maksimala ávirkan og alt møguligt annað.
Men vit mugu fyri Guds skyld ikki í onkrum nationalistiskum rúsi siga, ‘hetta orðna vit’.
Í teirri løtu tað verður politikkurin, enda vit sum hundurin á myndini.