Føroyar taptu tepurt á Kreta

Kvinnur: Einasta málið varð skorað við brotssparki 10 minuttir eftir steðgin

Fyrri av tveimum EM undankappingardystum, sum eru á skrá, nú landsliðið er uttanlands, endaði við 1-0 tapi. Tað var ímóti Grikkalandi, sum í kvøld átti heimavøll á Kreta.

 

Grikkaland vann við málið, ið varð skorað við brotssparki, tá ið 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

 

Hetta var fyrsti dysturin í nýggju EM undankappingini. Seinni dysturin í hesum umfari verður týsdagin, tá ið Føroyar vera á útivølli ímóti Montenegro.

 

At tað endaði 1-0 sigur, at talan alla tíðina var um stóran intensitet og størri spenning, enn tað so ofta hevur verið, tá ið talan hevur verið um kvinnulandsdyst. Tølini siga, at heimaliðið vann fimm hornaspørk, og at Føroyar einki hornaspark vunnu.

 

Føroyar vóru undan steðginum um reppið at leggja seg á odda, tá ið Ásla Johannesen royndi seg við góðum skoti, men bólturin brast í stólpan.

 

Føroyar: Valborg Østerø – Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan, Tórunn Højgaard Joensen – Jensa Tórolvsdóttir (Lea Lisberg, 83.), Sunniva Willemoes, Rúna Jacobsen (Sanna Svarvadal, 83.), Ásla Johannesen – Heidi Sevdal (Fridrikka Klementsen, 59.) Rebekka Benbakoura, (Malena Olsen, 59.), Eyðvør Klakstein

 

Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Eyðgerð Mikkelsen, Mona Rasmusdóttir, Tóra Mohr, Durita Hummeland

 

Gult kort: Eyðvør Klakstein

 

Venjari: Signe Pries Andersen