Føroyar vunnu 4-2 á Malta í seinasta dystinum í EM-undankapping á Malta. Sigurin hevði við sær, at Føroyar vunnu seg upp á javnt við Malta og Georgia, men tað verður Georgia, sum vinnur bólkin við betri málmuni, og fer víðari til veruligu undankappingina, sum byrjar í heyst.
Rannvá B. Andreasen og Milja Simonsen skoraðu fyrsta korterið til 2-0 til Føroyar. Stutt fyri hálvleik minkaði Malta um munin, so støðan var 2-1 í hálvleikinum. Fýra minuttir eftir hálvleikin skoraði Malta til 2-2.
Í 53. minutti svaraðu Føroyar aftur við máli, sum Heidi Sevdal skoraði. Í 90. minutti skoraði Heidi Sevdal aftur - til 4-2 til Føroyar, ið gjørdist úrslitið av dystinum.
Neyðugt var við einum góðum avriki í dag, tí Føroyar skuldu vinna við fýra málum á Malta fyri at vinna bólkin og koma víðari til undankappingina.
Føroyar: Anna S. Hansen – Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen, Sigrun Petersen, Fríðrún Danielsen – Rannvá Andreasen, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal, Eyðvør Klakstein, Milja Simonsen – Heidi Sevdal
Georgia vann dystin ímóti Andorra 7-0.
***
Føroyar, Georgia, Malta og Andorra eru í undanbólkinum, sum spælir á Malta hesa vikuna.
Vinnarin av bólkinum fer víðari til EM undankappingina, sum byjar í heyst.
Støðan áðrenn seinasta umfarí bólkaspælinum, sum verður spælt nú, er, at Malta hevur 6 stig, Føroyar og Georgia 3 stig og Andorra 0 stig.
Vinna Føroyar ímóti Malta, og Georgia vinna ímóti Andorra, enda øll trý londini við 6 stigum, og so verða innanhýsis úrslitini avgerandi fyri, hvør kemur víðari.
Tað merkir, at Føroyar skulu vinna við fýra málum ímóti Malta fyri at fara fram um Georgia í málmuni.