Føroyingaliðið í Hellerup koppaði oddaliðnum

Í vikuskiftinum vann liðið Marionnu G. Eystberg og Magnu Tórðardóttir ein rimmar sigur á Bjerringbro

Marianna G. Eystberg sæst t.v. á myndini (Mynd: HIK)

Føroyingaliðið í Hellerup, HIK hevði í vikuskiftinum sína bestu løtu higartil í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Tað eydnaðist HIK, ið bert hevði tvey stig undan heimadystinum móti Bjerringbro at knógva oddaliðið 34-31 við einum framúr góðum avriki í seinna hálvleiki.

 

HIK var aftanfyri 15-20 í steðginum, men við framúr verjuspæli og álopsspæli eydnaðist tað at vinna seinna hálvleik 19-11, og harvið dystin 34-31.

 

Magna Tórðardóttir skoraði tvey mál, og Marianna G. Eystberg skoraði eitt mál fyri HIK.

 

HIK rykti frá aftasta plássinum fram til sjeynda plássið, har tær hava fýra stig fyri seks teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.

 

 

 

Marianna G. Eystberg sæst t.v. á myndini (Mynd: HIK)