Føroyingaliðið í Vestmannaoyggjunum tapti stórt á útivølli

ÍBV er nummar seks í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Tað gekk stak illa hjá føroyingaliðnum, ÍBV í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í dag.

 

ÍBV var á Hafnarfirði og spældi móti Haukum.

 

Haukar vunnu stórsigur 39-28. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-11.

 

Føroyska málskjótingin var soltin í dag. Janus Dam Djurhuus og Dánjal Ragnarsson skutu eitt mál í part fyri ÍBV.

 

ÍBV er nummar seks í deildini við 10 stigum. Átta stig eru upp til oddaliðið, Valur sum hevur 18 stig. 

 

27. november verður føroyingauppgerð í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, tá ÍBV tekur móti liðnum hjá Nicholas Satchwell og Allani Norðberg, KA á heimavølli.