1. mai í ár tók Niels Sørensen við sum stjóri í nýggja føroyska oljufelagnum ?Føroya Kolvetni?. Henda dagin lat felagið eisini upp skrivstovu í gamla bygninginum hjá Fossbankanum, nú Realinum. Niels Sørensen hevur starvast sum deildarleiðari á ALS í nøkur ár, eftir at hann eitt skifti røkti stjórastarvið í Fiskasøluni. So frá Fiskasølu og ALS tekur Niels Sørensen sær nú burturav av oljumálum.
Og er tað upp til hansara, so verður hetta eitt framtíðar starv við bæði avbjóðingum og stórum møguleikum.
Tað eru bert fáir mánaðir síðani, at Føroya Kolvetni varð sett á stovn. Endamálið er heilt frá botni av at byggja upp eitt veruligt oljufelag við jarðfrøðingum og øðrum serkønum, og sum tá kann vera við í leitingini við Føroyar. Í hesum sambandi verður møguleikin fyri at koma upp í eitt útlendskt oljusamtak kannaður. Samband hevur verið við týðandi oljusamtøk, men bíðað verður við at gera nakra avtalu, til tað føroyska baklandið er komið rættiliga uppá pláss, sum Niels Sørensen málber seg.
Hann vísir á, at stórur áhugi er frá útlenskum oljusmatøkum fyri at fáa Føroya Kolvetni uppí, og í einum føri er felagið boðið at vera við í einum stórum oljusamtaki. Talan er um ein bólk við 4-5 oljufeløgum.
Dana Petroleum
Fyri at koma væl frá byrjan og fyri at tryggja sær bæði know how og royndir hevur felagið gjørt eina samstarvsavtalu við Dana Petroleum, ið er eitt enskt oljufelag við áhugamálum m.a. í Ruslandi.
Partapeningin í Føroya Kolvetni uppá 500.000 kr. eiga partaeigararnir í Dana Petroleum og so nakrir føroyingar. Í løtuni vitjar Niels Sørensen føroyskar fyritøkur fyri at fáa tær at seta pengar í felagið.
-Vit hava ikki sett okkum nakað mál, men vit arbeiða miðvíst. Fyrst í komandi mánað fara vit út og royna at fáa føroyingar at tekna partapening.
Hvat viðvíkur samstarvsavtaluni við Dana Petroleum, sum skal lata know how til føroyska felagið, so hevur hetta felagið afturfyri fingið loyvi til at keypa 10% av partapeninginum í Føroya Kolvetni.
Sosialurin skilur, at tað eru royndir og peningasterkir persónar innan oljuvinnuna, sum eru millum partaeigararnar í Dana Petroleum, menn, sum liggja framvið og vilja seta pengar sínar í øki við framtíð í. Her verða Føroyar høgt prioriteraðar.
Niels Sørensen sigur, at ein týðandi partur av samstarvsavtaluni við Dana er nettup hetta at finna tað rætta og besta oljusamtakið at arbeiða saman við. -Nettup tí at her er talan um risikokapital mugu vit gera alt fyri at finna júst tað samtakið, sum vit halda hevur bestu møguleikarnar at finna olju.
Hvat víðvíkur Dana so er hetta felagið eftir bert fýra árum vorðið til eitt meðalstórt bretskt oljufelag við stórum inntøkumøguleikum í eitt nú Ruslandi. Ein av oddamonnunum í Dana og samtíðis nevndarlimur í Føroya Kolvetni er Graham Steward, sum eisini er hálvur føroyingur. Tvs. at umframt at hava góðan kunnleika til føroysk viðurskifti er hann eisini innarliga í, hvussu eitt oljufelag virkar.
Ráðgevi hjá Føroya Kolvetni í løtuni er Tom Cross, sum er stjóri í Dana og annars hevur arbeitt í oljuvinnuni seinastu 15 árini. Harumframt er Charles Smith, nevndarformaður í Dana og við eini fortíð sum stjóri í Chevron Europe.
Samstarv við felag á Falklandsoyggjunum
Føroya Kolvetnisfelag hevur nú í eina tíð roynt at fylgja við, hvussu onnur líknandi smá oljufeløg virka aðrastaðni og hevur felagið fingið í lag samstarv við oljufelagið á Falklandsoyggjunum Desire Petroleum. Hetta felagið hevur fingið samstarv í lag við eitt av oljusamtøkunum, sum leitar eftir olju við Falklandsoyggjarnar. -Tað er sera áhugavert fyri okkum at vita, hvussu Desire Petroleum sum eitt lítið oljufelag, hevur gjørt avtalu við eitt oljusamtak. Hvørji krøv verða sett ol.
Niels Sørensen heldur vit føroyingar kunnu læra av royndunum, sum í løtuni verða gjørdar á Falklandsoyggjunum, har tað longu tykjast vera útlit til eina komandi oljuvinnu, nú oljufelagið Amerada Hess hevur funnið smærri nøgdir av olju heilt tíðliga í boriarbeiðinum.
-Eg haldi tað er skilagott at kunna fylgja við, hvat hendir, tá oljan kemur so knappliga í einum oyggjalandi, har tað eins og í Føroyum bara búgva lutvíst fá fólk. -Hetta vísir t.d. hvussu skjótt tað kann ganga frá tí at byrjað verður at bora, til olja er funnin. Tað kann siga okkum føroyingum nakað um, hvussu týdningarmikið tað er at vera væl fyrireikaðir, um olja verður funnin við Føroyar stutt eftir, at feløgini hava sett borin í.
Eins og Falklandsoyggjarnar eru Føroyar eitt av teimum síðstu jomfrúiligu økjunum, ið vónir eru til at finna olju.
-Okkara mál er nettup hetta at verða væl fyrireikaður, áðrenn nøkur olja verður funnin. Vit halda, at tað er týdningarmikið, at eisini føroyingar eru við í hesum útviklingi, og tað er tí eitt gott høvi at seta pengar í Føroya Kolvetni.
Hvat heldur so stjórin í Føroya Kolvetni um møguleikarnar at finna olju við Føroyar!
-Vónirnar eru har, men vit vita einki, fyrr enn tað er borað. Men eg kann siga so mikið, at áhugin fyri at seta pengar uppá spæl er stórur. Sum eg havi skilt støðuna, so er stórur áhugi fyri at gera íløgur á øllum Atlantsmótinum heilt frá Írlandi til Norðurnoregs. Men roynt verður mest møguligt at spjaða risikoina. Teir, sum vilja gera íløgur, royna ikki at satsa alt uppá eitt ávíst øki, og tí vilja teir so eisini satsa uppá Føroyar sum ein part av einum størri øki.
Uppá fyrispurning um tørvur er á fleiri føroyskum oljufeløgum sigur Niels Sørensen, at tað vil tíðin vísa. -Fyrst høvdu vit onga uppboðssølu og nú koma fleiri. Hetta er lyndi í føroyinginum. Sama kann sigast um útgerðarhavnir, har vit helst fara at fáa meira enn ta einu. Vit koma jú úr Noregi og hetta er tann norska oljusøgan ?om igen?. Og so fer helst eisini at vera við føroysku oljufeløgunum. Men tað nýtist so avgjørt ikki at vera nakað negativt í tí.