Føroyingar hava dugað fyrimyndarliga væl við Sea Shepherd, nú tey hava verið í Føroyum í alt summar. Tað heldur Peter Thaysen, varapolitiinspektørur. Átakið hjá felagsskapinum ímóti grindadrápið endaði í gjár og tey allarflestu eru farin av landinum aftur.
Peter Thaysen sigur, at tað hava støðugt eini 75-95 fólk frá Sea Shepherd verið í Føroyum ísenn. Summi hava bara verið í tvær vikur, onnur í næstan allar teir tríggjar mánaðirnar, átakið vardi. Men tá ið átaksleiðarin, Lamya Essemlali, sigur, at tilsamans hava verið eini 500 mótmælisfólk í Føroyum í summar, heldur hann, at tað er nakað nógv avgjørt. - Okkara metingar vísa, at tey hava verið eini 300-400 fólk her, men tað er sjálvandi ein stór óvissa tengd at tí, sigur varapolitiinspektørurin.
Sjálvur heldur Peter Thaysen, at tað hevur gingið væl at handfara støðuna, sum tók seg upp. Hann sigur, at løgreglan var væl fyrireikað. Men hann staðfestir eisini, at føroyingar hava gjørt sítt til, at tað gekk so ómakaleyst. - Eg veit væl, at einstakir samanbrestir og einstakir trupulleikar hava verið. Men í tí stóra samanhanginum er bara talan um smáttarí, sigur hann. - Men sum heild hava føroyingar duga fyrimyndarliga væl at handfara støðuna. Føroyska fólkið hevur víst ein fyrimyndarligan atburð. Føroyingar eru ikki upp á nakran máta lopnir fram av, men hava hildið seg aftur. - Sostatt kunnu vit líta aftur á og staðfesta, at bæði bæði myndugleikar og fólk hava handfarið mótmælisfólkini á ein virðiligan og sømuligan hátt, leggur hann afturat - Og tað er avgjørt ein partur av orsøkini til, at tað hevur gingið so væl í hond, sigur Peter Thaysen.
|