Føroyingarnir eyðmýktu Pólland

Hondbóltur EM U-20 menn: Pauli var aftur framúr í málinum, og í dag vóru føroysku málskjúttarnir fleiri, enn teir hava verið undanfarnu ferðirnar, tá ið føroyingar eyðmýktu Pólland

Mynd: Harald Bjørgvin

Tað er torført at finna orð, tá ið føroyska avrikið í EM endaspælinum í Portugal skal lýsast. Í dag vunnu Føroyar størsta sigurin higartil í kappingini, og hann varð vunnin ímóti fólkaríkasta landinum, sum Føroyar higartil hava dystast við í hesi kappingini.

 

Føroyar hava fyrr í kappingini vunnið ímóti Danmark og Noregi, og í dag var mótstøðulandið Pólland.

 

Í Póllandi búgva tað 38 milliónir, meðan fólkatalið í Føroyum í síðsta mánað fyri fyrstu ferð nakrantíð fór uppum 54 túsund.

 

Men tá ið tað í dag vóru sjey pólverjar á vøllinum í Porto ímóti sjey føroyingum var yvirhøvur eingin ivi. Pólland legði seg framum 4 – 1, og tann, sum ikki kennir tað, sum býr í føroyska liðnum, kundi kanska fryktað fyri, at talan fór at verða um endurtøku av upplivingini ímóti Ungarn, sum vann 40 – 21 ímóti Føroyum.

 

Soleiðis tørnaði tað ikki út. Hóast hann er darvaður av skaða, so var Elias Ellefsen á Skipagøtu  arkitektur og dirigentur, og saman við sera væl upplagda Óla Mittún og liðfeløgunum eyðmýkti hann Pólland – eina av stoltu europeisku hondbóltstjóðunum. Hálvleiksstøðan var 19 – 11 til Føroyar, og úrslitið var 38 - 32. Eina lítla løtu undan dystarloki vóru Føroyar frammanfyri við 10 málum.

 

Føroyar eru framvegis við í kappingini um 9. og 10. plássið, sum bera við sær pláss í HM endaspælinum fyri U-21 landslið næsta summar. Sigurin í dag ber við sær, at Føroyar longu nú hava tryggjað sær rættin at vera við í EM endaspælinum fyri U-20 landslið í 2024.  

 

Hugflogið, skjótleikin og mótið vóru so framúr, at mótstøðumenninir vóru í dýrastu neyð. Og tá ið teir megnaðu at spæla seg ígjøgnum sera stinnu og mesta partin av tíðini avgjørdu føroysku verjuna, so var aftur í dag Pauli Jacobsen stinnur aftasti skansi. Bjargingarprosentið hjá honum var 40!

 

Eina løtu í seinna hálvleiki royndu stóru mótstøðumenninir, sum rappfótaðu føroyingarnir fingu at síggja klossutar út, at fara fram á vøllin, tá ið teir vardu, men tað bar bara við sær, at eyðmýkingin gjørdist uppaftur størri, tí tað vísti seg at vera lætt hjá føroysku spælarunum – vit kunnu eisini siga europeisku føroysku stjørnunum – at strúka framvið mótstøðumonnunum og skora.

 

Síðstu løtuna var sigurin vísur, og tá fingu eisini teir, sum fyri tað mesta hava sitið á beinkinum, møguleikan, meðan Elias Ellefsen á Skipagøtu, slapp at hvíla seg. Vónandi verður hann tøkur fríggjadagin, tá ið næsta heilt stóra avbjóðingin er á skránni. Tað var roknað við, at Føroyar fríggjadagin skulu spæla ímóti Kroatia – einari av heimsins stjørstu hondbóltstjóðum – men soleiðis verður tað ikki. Ísland vann í dag ímóti Kroatia, og tí skulu Føroyar fríggjadagin spæla ímóti Íslandi ella Italia.

 

 

 

Føroyar – Pólland 38 – 32 (19 – 11)

 

Hákun West av Teigum 7, Óli Mittún 6, Sveinur Olafsson 6, Elias Ellefsen á Skipagøtu 4, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4, Janus Dam Djurhuus 3, Bogi Hansen 2, Kristoffur Bjørgvin 1, Baldur Gillason 1, Sakir Frýdal 1, Viktor Gaini 1, Bjarni I Selvindi 1, Pauli Mittún 1, Ovi Lützen

 

Málverjar: Pauli Jacobsen 14/35 40 % og Alexandar Lacok 1/9 11,11 %

 

Venjarar: Julian Johansen og Mark Lausen Marcher

 

Aðrir á beinkinum: Jens á Skipagøtu og Ári Jógvansson Olsen 

 

Mynd: Harald Bjørgvin