Føroyingarnir hjá Viking skoraðu 16 av 26 málum

Viking tapti fyri Follo á útivølli í endaspælinum í dag

Føroyingarnir hjá Viking Stavanger gjørdu sítt við at skjóta 16 av 26 málum, men Viking Stavanger var fyri 26-30 tapi í útidystinum móti Follo í endaspælinum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.

 

Tróndur Mikkelsen skoraði átta mál, Jónas G. Djurhuus skoraði fimm mál og Helgi H. Hoydal skoraði trý mál. Jónas var besti maður á vøllinum sambært heimasíðuni hjá norska hondbóltssambandinum. 

 

Viking Stavanger, Follo og Viking TIF kappast í einum endabólki har vinnarin flytur upp í bestu norsku hondbóltsdeildina. 

 

Viking TIF hevur trý stig, og Follo og Viking Stavanger hava tvey stig hvør.

 

Mikudagin klokkan 17 spælir Viking Stavanger heimadyst móti Viking TIF.