Føroyingaliðið í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, Viking Stavanger endaði grundspælið í næstbestu norsku hondbóltsdeildini við einum teprum 32-31 heimasigri á komandi liðnum hjá Teis Horn Rasmussen, Follo.
Viking var greitt á odda 17-12 í steðginum, men í seinna hálvleiki haltaði tað meira í serliga verjupartinum, men Viking fekk knógvað ein sigur heim.
Føroyingarnir hjá Viking skutu 20 av teimum 32 málunum í dag. Helgi H. Hoydal gjørdi eitt rimmar hál við at skora 11 mál, Jónas G. Djurhuus skoraði fimm mál og Tróndur Mikkelsen skoraði fýra mál. Sambært heimasíðuni hjá norska hondbóltssambandinum var Tróndur besti maður á vøllinum í dag.
Viking endar á øðrum plássinum í grundspælinum við 31 stigum, fimm stig aftanfyri lokalu arvafíggindarnar í Rogalandi, Sandnes sum vinnur grundspælið við 36 stigum og flytur beinleiðis upp í bestu norsku deildina.
Viking skal spæla eitt endaspæl móti Viking TIF og Follo um hvør av teimum trimum skal fylgja Sandnes upp í bestu hondbóltsdeildina.