Føroyingauppgerð í bestu donsku flogbóltsdeildini

Føroyingarnir í bestu donsku flogbóltsdeildini - volleyligaen - fyri bæði kvinnur og menn hava leikt í dag. Í Køge var var talan um eina føroyingauppgerð.

Tíðindaskriv:

 

Í Køge møttust bestu kvinnuliðini hjá Team Køge og Ikast KFUM. Øðrumegin netið var Hanna Iansdóttir Biskupstø, sum er liðskipari hjá Team Køge og hinumegin netið vóru Anna Arnholdsdóttir og Rebekka Osberg Højsted. 

 

Her fóru Anna, Rebekka og Ikast KFUM avstað við einum lutfalsliga tryggum sigri á 3-0 við settúrslitunum 25-20, 25-18 og 25-17.

 

Ikast hevur vunnu báðar sínar fyrstu dystir í kappingini og liggur sostatt á odda í kappingini. 

 

Hetta er annað árið, at Hanna er við á Team Køge liðnum, ímeðan Anna og Rebekka nýliga eru byrjaðar á Ikast KFUM liðnum.

 

Í bestu deildini hjá monnum, hava Silas Poulsen og Jákup Árni Elisson Wang saman við liðið teirra Ikast KFUM dystast ímóti donsku meistarunum frá Odense Volleyball. Hetta er fyrsta kappingarárið hjá bæði Silas og Jákup Árna í Ikast KFUM.

 

Ikast KFUM megnaðu ikki at koppa donsku meistarunum úr Odense, sum vunnu dystin 3-1 við settúrslitunum 25-20, 23-25, 25-14 og 25-23.

 

Ikast KFUM hava nú trý stig eftir tveir dystir.