Føroyingaliðið á Akureyri tapti fyri oddaliðnum

KA tók móti greiða oddaliðnum, Vali í kvøld

Allan Norðberg, Nicholas Satchwell og liðfelagarnir í KA spældu í kvøld heimadyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini móti greiða oddaliðnum, Vali.

 

Valur vann dystin 36-32. Í fyrra hálvleiki var KA væl við. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17. 

 

Allan skoraði tvey mál, og Nicholas var noteraður fyri tvær bjargingar.

 

KA er nummar 10 í deildini við 11 stigum. KA hevur trý stig upp til áttanda plássið, ið gevur atgongd til endaspælið.

 

KA spælir dyst aftur sunnudagin 19. februar. Tá verður ÍR Reykjavík mótstøðuliðið í dysti á útivølli.