Føroyingur hevur snýtt fleiri fólk á netinum

Løgreglan leitar í løtuni eftir einum manni, sum hevur lumpað fleiri fólk á netinum við sølu av ymiskum, men fólkini hava ongantíð fingið tað, tey hildu seg hava keypt.

Løgreglan arbeiðir í løtuni við einum máli um ein mann, sum hevur selt ymiskt á sosialu miðlunum, men sum ikki hevur latið teimum, ið hava keypt, vøruna.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan er um alt frá mati, motorum til fiskiloyvir og ymiskt annað, sum fólk skulu hava keypt frá viðkomandi á netinum.

 

Nú fólk, sum kenna seg lumpað, hava vent sær til løgregluna, vísir tað seg, at maðurin, sum helst hevur svikað fyri fleiri túsund krónur, er fluttur av landinum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan er um ein føroying, sum er fluttur til Danmarkar, og nú verður roynt at fáa fatur í manninum í Danmark.

 

- Tað hevur verið nakað at skriving um hetta í sosialu miðlunum, og vit vita ikki í løtuni, um persónurin kann finna upp á at halda fram við sínum ólógliga virksemi.

 

Løgreglan sigur, at tað helst eru góðtrúgvin fólk, ið hava hildið seg gjørt ein góðan handili, sum hava keypt ymiskt, men tey hava ongantíð fingið tað, tey skuldu fáa.

 

- Vit vita, hvør maðurin er, og í løtuni hava vit samband við donsku løgregluna í royndini at finna mannin, verður lagt aftrat.

 

Vaktleiðarin vildi í morgun ikki upplýsa, hvørji nøvn - ella dulnøvn - maðurin hevur brúkt, tá hann seldi, og løgreglan vildi heldur ikki um upplýsa, hvørt talan er um yngri ella tilkomnan persón.