Føroyingur í London: Løgið at vera mitt í rokanum

Kl 00:46: – Eg visti av ongum, tá vit brádliga hoyrdu um fleiri hendingar í London í kvøld.

 

Tað sigur Meinhard Mikladal, sum býr tríggjar minuttir frá Borough Market.

 

– Eg visti av ongum, tá politibilar og tyrlur hoyrdust og hugdi á BBC og sá, hvat var hent. Tað kendist so undarligt, at tað var hent beint í grannalagnum hjá mær, og har eg gangi framvið hvønn dag, sigur hann.

 

Tríggir mans vóru í vørubilinum, sum sluppu leysir og skutu frá hond. Gjøgnu BBC ávaraði politiið fólk í grannalagnum um at hava hurðar læstar og ikki loyva nøkrum inn.

 

Meinhard Mikladal hevði fyrr í kvøld gingið á London Bridge saan við damuni beint áðrenn Champions League finaluna, so tað kendist undarligt hjá honum at hava verið har beint áðrenn.

 

 

– Fyrr hava vit altíð havt hetta eitt sindur upp á avstan, tað kennist so løgið at vera mitt í rokanum. Tað er skakandi, sigur hann rørdur av støðuni.