Føroyingur syngur við kendari danskari sangarinnu

Í dag hevur Beinir Troest útgivið ’When I Open My Eyes’, sum er triðja staklagið av komandi heildarútgávu hansara. Lagið syngur hann saman við donsku sangarinnuni Dopha.

Fyrstu ferð danir hoyrdu um Beinir, var tá ið hann var gestasangari á fyrstu útgávuni hjá ungu donsku songkvinnuni Dopha. Á summarlagnum ”When I Open My Eyes”, sum er triðja staklagið á komandi heildarútgávuni hjá Beinir, eru leiklutirnir býttir um.


Tað var á lagnum ”I’m Not Crying, You Are”, at Dopha og Beinir sungu saman í 2021. Lagið bleiv eitt av teimum mest spældu løgunum á útgávuni hjá Dopha. Seinni hitaði Beinir upp á langari konsertferð hjá Dopha, har tey eisini spældu “I’m Not Crying, You Are”. Hetta førdi til eitt vinarlag og tónleikaligt samstarv, sum nú er tikið upp aftur.


Um ”When I Open My Eyes” sigur Beinir:


– Tað var sera stuttligt at skriva og spæla inn “I’m Not Crying, You Are” saman. Eg havi alla tíðina hugsa um, at Dopha skuldi hava eitt pláss á mínari fyrstu heildarútgávu – eins og eg slapp at vera við hjá henni. Bæði tí tað var ein serlig uppliving at arbeiða saman við henni, og tí hon er ein góður tónleikari. Eg skrivaði "When I Open Eyes" ein dagin, tá eg kendi meg glaðan og sá, at eg einki hevði at stúra fyri. Alt gekk upp í eina hægri eind, og einki kundi hála meg niður og eg helt samstundis at hetta var tað rætta lagið at hava Dopha sum gestasangara.


Hoyr sangin her:

 

##med2##

 

Seinni í ár fara Beinir og bólkurin á konsertferð, har teir millum annað spæla:


Løkshøll tann 23. novembur


Aalborg tann 29. novembur


Aarhus tann 30. novembur


Keypmannahavn tann 1. desembur