Á MíttLand ber til at fáa fiskasuppu við føroyskum ráðvørum frá Primafisk. Tað er Jan Petersen, ið stendur aftanfyri suppuna á MíttLand.
Beint uttanfyri tað stóra tjaldið á MíttLand, har stóri pallurin er, og tónleikurin er á skránni, er eitt minni tjald, ið selur mat og drykkivørur til festivalgestirnar. Tað eru nógvir bonkir settir upp, so til ber at sita bæði inni og uttanfyri tjaldi, og nóta góðan mat og góðan tónleik. Ímillum matvørurnar í tjaldinum, er ein føroysk fiskasuppa, við ráðvørum úr Føroyum.
- Fiskasuppan er øgiliga væl dámd, og tað var sera hugnaligt at sita á bonkunum uttanfyri tjaldi, meðan tónleikurin rungaði um alla strondina, sigur Jan.
Í gjár var tað mett at verða eini 1200 fólk vóru á festivalinum, og Jan væntar enn fleir fólk í dag.
- Tað eru føroyskar pilsur og fiskur skorið niður í suppuna, og hetta eru somu ráðvørur, ið kunnu keypast í handlunum kring Føroya Land, sigur Jan.