Føroysk mentarnarnátt í Keypmannahavn

- Filmur, turrur fiskur, framsýningar føroyskur dansur og tónleikur er á skránni – og nógv afturat

Næsta fríggjadagin, tað er 9. Oktober, verður mentanarnátt í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

 

Eyðvitað hava tey fingið fatur á turrum fiski, men annars verður, men annars er mangt annað á skránni. Tey hava framsýning av klæðum, og tey fara at hoyra fyrilestur, har Chirstin Plate, fyrrverandi nevndarforkvinna í Føroyahúsinum, fer at siga frá frá søguni um Føroyahúsið.

 

Listaframsýning verður, har tvey ættarlið sýna fram, navnarnir, Vígdis Sigmundsdóttir og og Vígdis Petersen, tann fyrra fæst við pappírsklipp og tann seinna við sniðgeving, leir og betong.

 

Seinastu árini hevur hon tó langt størsta dentin á at skapa list úr endurnýtslutilfari og tað er júst tað, sum er á hesi framsýningini.

 

Annars verður upplestur og tónleikur um ferðir til Føroya og tey fara eisini at vísa ein film frá 1975 um Føroya.

 

Filmurin hevur undirheitið: Vit byggja ikki Føroyar av praktiskum orsøkum – Heðin Brú.

 

Um kvøldið verður føroyskur dansur livandi tónleikur – og tað er alt samalt ókeypis.